Leygardagin 1. september verður skipað fyri Føroya vakrasta hálvmaraton í Vágum.
Fyrireikararnir fegnast um stóra áhugan fyri renningini, sum nú er nærum útseld, hóast markið fyri luttakarum er økt við 300 tilmeldingum.
Hetta er á fimta sinni, at skipað verður fyri hálvmaraton í Vágum. Eins og undanfarin ár verður partur av luttøkugjaldinum latin sum stuðul til Krabbameinsfelagið og Beran.
Tað er ítróttarfelagið, Frælsi, í Vágum, sum skipar fyri tiltakinum við hollum stuðli frá Hiddenfjord, FAE, FK í Miðvági og EUR Express, umframt sjálvandi øllum hjálparfólkunum og kommununum í Vágum.
Fyriskiparanir vóna at síggja nógv fólk fram við vegnum at fagna gangarum og rennarunum úr Gásadali til Sandavágs leygardagin 1. september.