Áhugi fyri skattaviðurskiftunum hjá Romney

Republikanska forsetavalevnið í USA, Mitt Romney, er millum teir 3200 ríkastu einstaklingarnar í landinum, og tað hevur millum annað gjørt, at alt fleiri amerikanarar vilja hava hann at almannakunngera, hvussu nógv hann forvann í fjør, og hvat hann rindaði í skatti. Sambært amerikonskum fjølmiðlum taka nógvir republikanskir veljarar nú undir við, at Romney kunnger skattaviðurskiftini hjá sær og íløgufelagnum Bain Capital.

Hóast skattaviðurskiftini fara at vísa, at tað er stórur munur á fíggjarviðurskiftunum hjá Mitt Romney og einum vanligum amerikanara, og at hann rindar lutfalsliga lítlan skatt, hevur kjakið um ríkmannin Romney ikki gjørt, at hansara undirtøka millum veljararnar er minkað. Tvørturímóti hevur hann tikið seg fram á Barack Obama í seinastuni, og tí vænta eygleiðarar, at Romney fer at bíða við at leggja síni skattaviðurskifti fyri almenningin.