Filmur er gjørdur um nýggjárshaldið í Vági, og tess søgu.
Filmurin er tøkur í næstum, og nýggjársnevndin hevur boðað frá, at hann fæst á sølustøðum í Suðuroynni, men hetta hevur fingið fólk ið ikki eru í Suðuroynni, at gera vart við seg. Serliga stórur tykist áhuin at vera uttanlands.
Hetta hevur fingið nýggjársnevndina í Vági at koma við boðum um, at til ber at fáa hendur á filminum, við at venda sær til nevndina, og hetta kann gerast við at vitja facebook síðuna hjá nýggjársnevndini í Vági.
Tað eru Uni Arge og Hans Petur Hansen, ið hava gjørt filmin.