Áhugi fyri føroyskum leikarum

Hóast laku úrtøkuna hvat úrslitum viðvíkur, hevur føroyska luttøkan í U-16 kappingini vakt ans

Annað kann ikki sigast, nú tað tykist greitt, at í øllum førum tvríggir leikarar frá føroyska U-16 liðnum hava fingið innbjóðingar til venjingar uttanlands.

Í farnu viku frættist frá HB, at Rani D. Christiansen var boðin til Middlesbrough í Onglandi.

Nú er so greitt, at eisini teir báðir, Jann Ingi Petersen úr B68 og Ingi Højsted úr B36 hava fingið tilboð um at venja við útlendskum feløgum.


Áhugi fyri fleiri

Hesu ferð er tað hollendska stórfelagið, PSV Einhoven, sum hevur sýnt áhuga. Felagið, sum millum annað hevur vunnið Europa-Cup fyri meistarar, hevði umboð í Føroyum, tá U-16 kappingin varð leikt, og síðani hava teir so boðið teimum báðum føroyingunum at koma til venjingar.

Júst nær venjingarnar verða, er ikki endaliga fastlagt, men allarhelst verður tað einaferð í oktober mánaði. U-16 landsliðið skal tá til Hollands at royna seg í EM-undankapping, og harumframt er heystfrítíðin hjá skúlunum eisini um hetta mundi.

Tað er Jákup í Stórustovu, sum hevur umsitið samskiftið millum PSV og føroysku partarnar, og hann heldur, at økti áhugin fyri føroysku leikarunum avgjørt eigur at takast sum eitt herðaklapp til føroyskan føroyskan fótbólt. Bæði á landsliðs- og felagsstøði.

Jákup sigur víðari, at talan møguliga eisini verður um at aðrir leikarar frá U-16 liðnum sleppa út um landoddarnar at royna seg, men at einki tó er endaliga avgjørt í so máta.