Áhugi er fyri íverksetan

Seinastu fýra vikurnar hevur Íverksetarahúsið fyriskipað sínum áttanda íverksetaraskeiði í hølunum hjá ungdómsdeildini við Tinghúsvegin í Tórshavn.

Fullsetta skeiðið varð skipað við fýra modulum, har tað fyrsta snúði seg um, hvussu ein kann fáa eitt effektivt forrætningsyvirlit yvir støðuna, og á tann hátt alla tíðina taka tær bestu avgerðirnar her og nú, sum skapa framdrift.

Næsta modulið varð, um hvussu man við góðum og presisum segmenteringum av marknaðinum fær optimalt burturúr marknaðarførsluni. Harumframt helt Regin Dalsgarð innlegg um sínar royndir í vinnulívinum sum íverkseti.

Triðja modul snúði seg um hvussu ein kann fyrireika seg til at fara í bankan ella til íleggjarar. Uttan eitt seriøst og presist upplegg, kunnu vit ikki gera okkum vónir um at verða tikin seriøst. Á hesum móttuli luttók eisini Óla Kristian á Torkilsheyggi og greiddi frá síni klassisku íverksetarafyritøku Navia.

Á seinasta modulinum var spurningurin: hvussu kanst tú skapa tær sjávlum ella tíni fyritøku eitt sterkt brand, og hví skalt tú arbeiða við branding.

Umframt fyrilestrar og gestainnlegg, varð skeiðið skipað við fleiri uppgávum, har luttakarararnir fingu høvi at arbeiða beinleiðis við teirra egnu verkætlanum, og tóku sostatt í roynd og veru fyrstu stigini at koma í gongd.