Tað er alt sum bendir á, at tað verður Chris Hughton, sum verður nýggjur venjari í Norwich, eftir at Birmingham hevur givið venjaranum loyvi at tosa við Norwich.
Tað skriva fleiri enskar heimasíður í dag.
Birmingham, har Chris Hughton nú er venjari, er vorðið samt við Norwich um eitt endurgjald fyri Hughton, og tí verður mett, at verandi Birmingham venjarin skal loysa Paul Lambert av, sum í síðstu viku gjørdist nýggjur Aston Villa-venjari.
Sostatt sær út til, at tað bert eru Swansea og Chelsea av Premier League liðunum, sum standa uttan fastan venjara. Fastan, tí Roberto di Mattio enn er fyribils venjari hjá Chelsea.
Norwich, sum flutti upp í fjør, stóð seg rættiliga væl fyrsta árið aftur í Premier League, og endaði á einum 12. plássi.