Í Oktober í ár varð Mark Hughes eisini valdur til at vera Manager Of The Month, ein av mongum útmerkingum, ið eingilsmenn meta høgt. Hughes ið kom til eitt felag, ið var í trupuleikum, og hevði eina gongd, ið als ikki var imponerandi, hevur innan stutta tíð megnað at vent skútuni. Blackburn Rovers eru á einum sjeynda plássi í Premier League, eftir 12 dystum, og hava 22 stig.
Nýggji sáttmálin hjá Hughes er í gyldi til 2010.
- Mín týdningarmesta uppgáva er at fáa tey góðu úrslitini, og eg meti at tað er nakað, eg havi megnað. Samstundis meti eg at felagið hevur førkað seg frameftir, og eg eri spentur, tí meira góðbitar eru í væntu, sigur Mark Hughes, og leggur afturat, - Eina ferð í mínari yrkisleið vil eg fegin royna eitt landsliðsstarv aftur, kanska tá eg eri vorðin enn gráari á høvdinum. Me eg vænti tó ikki nakra uppringing frá enska fótbóltssambandinum (F.A.), sigur Hughes skemtandi.