Walisiski venjarin hjá Blackburn Rovers og Gunnari Nielsen hevur staðið seg væl, síðan hann kom til felagið í 2004, og nú hevur hann longt sáttmálan við felagið. Nýggi sáttmálin hjá Hughes er í gildi til 2010.
- Mín týdningarmesta uppgáva er at fáa tey góðu úrslitini, og eg meti, at tað er nakað, eg havi megnað. Samstundis meti eg, at felagið hevur førkað seg frameftir, og eg eri spentur, tí meira góðbitar eru í væntu, sigur Mark Hughes.