Hughes hevur fantastiskar áskoðarar

Europiska ævintýrið hjá Manchester City er av á hesum sinni, eftir at Manchester City í gjár mátti lúta samanlagt móti týska Hamburger SV.

Mark Hughes, sum er manager í felagnum, iðrar seg sjálvandi um, at felagið ikki longur er við í UEFA-Cup kappingini, men á heimasíðu felagsins sendir hann eina tøkk til áskoðararnar. Ikki minst teir, sum treiskaðust seinasta summar, tá lítla EB/Streymur var fyrsta forðingin hjá Manchester City.

- Ja, nakrir teirra royndu enntá at koma til Føroya við at leiga eitt fiskiskip, og tað vísir, hvussu stórur stuðul okkara frá áskoðarunum er, sigur Mark Hughes við heimasíðuna.