Sunnudagin kl. 13.30 er ?Manchurian Derby? millum City og United á skránni á City of Manchester Leikvøllinum. Mark Hughes, sum í sínari tíð skoraði 129 mál fyri United, og sum nú er venjari hjá City heldur, at grannauppgerðin hevur ongantíð verið størri í Manchester.
Hughes metir, at City langt um leingi hevur førleikan til at kappast við United. Ìfjør, tá United vann bæði Premier League og Champions League, varð einasta skeinan á akfarinum, at liðið tapti báðar grannauppgerðirnar ímóti City.
Mark Hughes ivast ikki í, at United vil gjarna hevna tapini ífjør. - Vit mugu verða til reiðar, tí United hevur ein hóp, sum er í ovasta flokki, tað mugu vit byrgja upp fyri, men tað megna vit, sum er. United hevur havt nakrar stórar íløgur tey seinastu 20 árini. Vit hava kanska havt slíkar íløgur í nakrar fáar tímar. So verandi munur er enn stórur. Undirstrikar Mark Hughes, sum kortini fer at arbeiða beinhart fyri, at Manchester City verður eitt eins gott lið og Manchester United innan stutta tíð. Í januar væntast Mark Hughes at fara at keypa fleiri spælarar á høgum altjóða støði til Manchester City. Fyrsti almenni dysturin hjá Mark Hughes, sum City-venjari, varð ímóti EB/Streymi á Tórsvølli, tann 17. juli í ár. Tá vann City 2-0.