Í gjár lat framsýningin »Hendur & Hugflog« upp í høllini á Hálsi.
Hetta er triðja árið, at Menningarstovan saman við Føroya Heimavirkisfelag skipar fyri hesi framsýning, sum tykist hava fingið fastatøkur í bæði framsýnarum og vitjandi.
Nógv fólk nýta høvi at vitja framsýningina hesare tríggjar dagarnar hon er opin, og tað er ikki so lítið, sum verður selt.
Tað eru nú ikki bara føroyingar sum keypa. Fyri útlendsku gestirnar er framsýningin funnin fressur, sum gevur teimum møguleikan at síggja so nógv føroyskt handaverk á einum stað, og tað sæst eisini aftur á søluni, sigst.
Umframt føroysku framsýnararnar eru tríggir íslendskir handverkarar við í ár. Tær eru kendar í Íslandi, og hava nógv spennandi og gott at vísa føroysku vertunum.
Framsýningin er opin í dag og í morgin til klokkan 20 á kvøldi.