Tíðir broytast og tað gera samfelag og skúli eisini. Skúlalógir fara og koma, so hvørt sum tillagingar eru neyðugar. Og hetta hevur nógv nýtt við sær og eisini nógvar broytingar innan skúlagátt.
Verkætlanararbeiði er partur av skúlagongdini í 10. flokki. Næmingarnir velja sær evni og seta sær sjálvum spurningar, sum tey undrast á, og sum tey hava hug at kanna nærri.
Síðani verður arbeitt, lutir kanska tilevnaðir, og at enda er framløga, ið gevur próvtal.
Í farnu viku arbeiddu næmingarnir í 10. flokkunum í Vági við verkætlan og væl kom burturúr. Høvuðsyvirskriftin var Føroyingar. Í undirevnum arbeiddu tey við móta úr ull, føroyskum dansi, dálking og víkingum.
Næmingarnir fingu roynt hugflogið og øðrvísi arbeiðshættir, enn vanliga skúlagongdin bjóðar. Valt verður eftir áhuga og førleika.
Bólkurin, ið arbeiddi við móta úr ull hevði til framløguna m.a. eina mótasýning at bjóða og bólkurin, ið arbeiddi við dálking hevði slagorð, ið høvdu tann greiða boðskap, at ein skal virka lokalt, tí tað virkar globalt.
Bólkarnir fingu góð ummæli og góð tøl eftir framløgurnar og næmingar og lærarar fingu roynt eina øðrvísi viku við sjálvstøðugum næmingaarbeiði, har lærarar eru vegleiðarar.
Og nøgdin eftir lokið verk var ikki at fara skeivur av.