Hugflog í ein hálvan tíma

Jógvan Martin Olsen var væl nøgdur við úrslitið í fyrsta landskappingardystinum, síðani hann tók við venjarastarvinum í Víkingi. Men samstundis ásannaði hann, at tað sum 2. hálvleikur leið kundi havt endað øðrvísi, enn tað gjørdi:

- Eg eri sera væl nøgdur við avrikið fyrsta hálva tíman. Vit fáa mál beinanvegin, og vit høvdu møguleikar at gera mál fleiri aðrar ferðir, men tað spurdist ikki meiri enn nær við og næstan støður burturúr, sigur Víkinga venjarin, sum var minni væl nøgdur við 2. hálvleik:

- Tá missa vit leikligu yvirvágini. At kappingarárið er lítið liðið sást aftur í, at vit hava ilt við at finna hvønn annan, flytingarnar eru ikki so góðar, og ÍF kundi væl havt javnað. Tíbetur gjørdu teir ikki tað, og í yvirtíðini skoraðu vit aftur.