Hugburðurin var í lagi

Pauli Jarnskor sigur seg vera vísan í, at um liðið framvegis fer at vísa sovornan hugburð, so fer GÍ heilt skjótt at taka seg av aftasta plássinum



Fyrrverandi GÍ miðvallarin, Pauli Jarnskor, hevur ábyrgdina á beinkinum, meðan venjarin, Krzystof Popczynski er á vøllinum. Eftir at hann nakrar ferðir hevur verið á beinkinum, hevði venjarin sett seg sjálvan aftur á liðið.
- Vit hava ikki marginalirnar við okkum. Hugburðurin hjá spælarunum var góður, og vit høvdu møguleikarnar, sum skulu til fyri at fáa fleiri mál og vinna, men tað eydnaðist ikki. Í verjupartinum gera vit nøkur mistøk, og teir eru ógvuliga skjótir at sekta tey.
Hetta sigur Pauli Jarnskor, og tá ið vit spyrja, hvat kundi havt verið betri hjá teimum hesa ferð, svarar hann soleiðis:
- Mistøkini í verjupartinum kosta ov nógv, og so megna vit ikki nóg væl at varðveita bóltin, tá ið teir kroysta okkum.
Hvussu verður nú?
- Lagið undir venjingunum er gott, og hósdagin fáa vit nýggjan møguleika, tá ið vit í fjórðingsfinaluni skulu spæla enn eina ferð móti Skála. Tá fáa vit bara eina møguleika.