Nógv skal broytast, um Føroyar skulu standa seg á altjóða hondbóltspallinum. Tað heldur Hannis Wardum, sum hevur drúgvar royndir sum spælari og venjari.
- Vit skulu hava íslendingar sum fyrimyndir. Teir eru ikki nógvir í tali, men megna kortini at gera seg galdandi heilt frammi í oddinum. Fyrst og fremst skal nógv venjing til. Viljin hjá tí einstaka skal betrast munandi. Her verður hugsað um venjing uttan fyri vanligu hallarvenjingina. Serliga kropslig venjing og ikki at gloyma skotvenjing. Vit síggja tað frá eitt nú svimjing og rógving, har einstaklingar geva seg fult út fyri síni ítróttargrein, og tað ber á mál. Tað krevur ómetaliga nógva orku og tíð, men tað ber til, skrivar Hannis Wardum á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum, www.hsf.fo.
Føroyskur hondbóltur hevur verið í einum aldurdali, men kósin er nú løgd. Tað eru nógvir evnaríkir spælarar ávegis, men HSF manglar ein yvirskipaðan leist í sínum ungdómsarbeiði, heldur Hannis Wardum.
- Tað, sum í dag eitur U16 hjá dreingjum, er bara koyrandi, tí har eru foreldur, sum tíma at taka sær av tí. So um tey ikki vóru so ágrýtin, so var kanska einki ungdómslið, skrivar hann. Hannis Wardum finst eisini at dómaraviðurskiftunum.
- Dómaraviðurskiftini eru ikki av teimum bestu. Hetta tí, at tað eru alt ov fá dómarapør. Men dómarafelagið ger sítt til, at hetta skal broytast. Eg haldi, at feløgini skulu taka hetta í størsta álvara. Um hetta heldur fram, endar tað við, at eingin dómari er eftir. Tað skuldi verið krav og mál, at hvørt felag hevur minst tvey dómarapør. Kanska ikki í bestu deildunum, men til hinar deildirnar, so tað eisini verður skil á í lægru deildunum, skrivar Hannis Wardum á hsf.fo.