Manshondbóltur
Jákup Mørk
Tað er einki at ivast í, at fyri fleiri av feløgunum munnu seinastu dystirnir á árinum kennast sum nakað, sum bara skal fáast frá hondini. Eitt nú hjá H71, sum eftir nøkur góð avrik í endaspælinum nú tykist vera steðgað fullkomuliga upp.
Ein orsøk er helst, at liðið sum so ikki hevur nakað at spæla fyri, og móti einum StÍF liði, sum stríðist fyri gullinum, kom hetta týðiliga til sjóndar.
Hildu ikki dampinum
Tað vóru annars hoyvíkingar, sum byrjaðu dystin betri, og stóran part av fyrra hálvleiki vóru tað eisini teir, sum stýrdu spælinum.
At strandingar tó hava meira at spæla fyri, kom til sjóndar í løtunum upp til steðgin. Teir vistu við sær sjálvum, at dysturin mátti og skuldi vinnast, og tá ferðin so fekk eina eyka tonn, so var einki at gera hjá hoyvíkingum.
Seinni hálvleiki var fyri tað mesta eitt skúladømi um, hvussu stórur munurin millum liðini er, tá annar parturin stríðist, meðan hin bíðar eftir klokkuni, og so kundi tað ikki ganga stórt øðrvísi enn tað sama.
Og einki er at ivast í, at strandingar nú hava sett sær beina kós móti gullinum. Har hevur hon fyri tað mesta verið rættað, men av og á hava frávik verið í stýringini, men hesi tykjast nú vera burturbeind.
Hjá hoyvíkingum tykjast seinastu umførini hinvegin vera nakað, sum bara skulu fáast út av verðini. Innsatsurin í seinna hálvleiki gav í øllum førum ikki ábendingar um, at teir ætla sær at órógva stórt meira.
Dysturin í tølum
H71-StÍF 23-32 (10-12):
Málskjúttar:
H71: Undi Wardum 4(2), Halgir Dahl Olesen 4, Niels Viggo Niclasen 3, Johnny Durhuus 3, Olaf Vestergaard 2(2), Brandur Johansen 2(1), Kristian Eli Zachariasen 2, Anfinnur N. Debess2, Hans J. Jacobsen 1(1)
StÍF: Costin Dumitrescu 5, Sveinur Justinussen 5(3), Andre F. Danielsen 4, Pauli Hansen 3, Kristjan Petursson 3, Alexandur Johansen 3, Borgar Danielsen 3, Bent Djurhuus 2, Artur Johansen 2, Janus Trygvason 2
Brotskøst: H71 7, StÍF 4
Útvísingar: H71 5, StÍF 4
Dómarar úr Kyndli: Rúni Mohr & Hannis Wardum