Hugburðurin batnaður

Høgni Zachariassen, ÍF liðformaðurin, ásannar, at tað kennist lítið hugaligt einki stig hava fingið eftir tvey umfør:
                      - Vit hava spælt móti HB og B36, og næstu ferð er EB/Streymur á skránni. Tað eru harðar treytir. Vit eru ikki nøgdir við einki stig at hava fingið. Tað positiva hesa ferð var, at hugburðurin var væl betri, enn hann var móti HB. Munurin var ikki so stórur, men B36arnir vóru tolnir, og teir hava kvalitetirnar at bíða eftir tí, sum teir vóru komnir eftir, staðfestir ÍF liðformaðurin.