Hugburðsbroyting til stakar uppihaldarar

Bergtóra Høgnadóttir Joensen
---

Kveikjandi fundurin um stakar uppihaldarar í Miðlahúsinum miðvikukvøldið, har Siri Hansen og Annika Antoniussen løgdu serritgerð sína um stakar uppihaldarar fram, var stak áhugaverdur. Eg vænti, at júst hetta at tað áhaldandi verður varpað ljós á hendan málbólkin ger sítt til at skapa eina harðliga tiltrongda hugburðsbroyting.
Havi nú sitið á tingi í gott tvey ár. Lat meg nevna nakrar útsagnir, eg rodnandi havi lagt oyrað til frá tingsins røðarapalli um stakar uppihaldarar:
»Vit mugu ansa eftir, at støku uppihaldararnir ikki fáa tað ov gott, tí so fara so nógvar familjur í upploysn!«
»Tað er jú ein trupulleiki, tá vandi verður fyri, at skipanin kann misnýtast...so at fólk sum í veruleikanum ikki eru støk, kortini fáa stuðul!«
»Velur mann at verða stakur uppihaldari, má mann eisini taka ábyrgd av tí!«

Børn í lutvísum fátækradømi
Flestu føroysku politikarar eru ímóti fríari fosturtøku. Júst tí kundi ein trúð, at øll børn sum blivu fødd og vuksu upp í Føroyum høvdu fantastiskar umstøður. Men – so er ikki.
Syrgiligt var at hoyra tær – Siri og Anniku - bera fram, á hvønn hátt summi børn liva í lutvísum fátækradømi í Føroyum. Lat meg geva nøkur dømi:
• Børn eru sum fáa kálktablettir, tí peningur ikki er til mjólk
• Tey hava ikki altíð ráð til at halda barnaføðingardagar
• Skulu flyta ofta
• Yvirliva, tí tey fáa mat frá familjuni

Bæði mugu rinda
Í løtuni er uppskot um at lækka stuðulin til uppihaldspening (pápapengar) úr 40% niður í 20%. Men tá samgongan ikki fær undirtøku fyri hesum uppskoti, fara ongar broytingar fram. Eitt hugskot kundi verið, at mamman og pápin í felag rinda tær útreiðslur, sum eitt barn jú eisini er. Siri og Annika søgdu, at mánaðarligu útreiðslurnar eru á leið 4.500 kr mánaðarliga fyri eitt barn, sum er 5 ár í Føroyum. Mátti veri sjalvsagt, at mamman og pápin rindaðu helvt um helvt av hesari upphædd. Hetta var eitt uppskot millum áhoyrarnar í Miðlahúsinum. Haldi hugskotið vera stak skilagott.

Framburður – hóast alt
Nýti eg mín allarjaligasta vilja, minni eg meg sjálva á, at smávegis skilagóðar broytingar hóast alt eru framdar í verandi valskeiði. Lutvís stuðul til stakar uppihaldarar og lutvís hækkaður lestrarstuðul til stakar uppihaldarar. Veit, at tað ikki er nóg mikið. Men tað er at fegnast um, at hóast konservatisman er ræðandi ógvuslig í føroyskum politikki, so er nú fest á blað og í lógartekstir, at familjur, har talan er um stakar uppihaldarar, eisini finnast her á landi. Onkursvegna hevur politiska skipanin tá ásannað, at tað finnast aðrir familjuformar í Føroyum enn sonevnda kjarnufamiljan.

Gera politikarar sær dælt?
Ein avvarðandi hjá einum sálarsjúkum bleiv herfyri endurgivin fyri at siga, at: »politikarar gera sær dælt av teim avvarðandi!« Helst er hetta so – eisini í mun til stakar uppihaldarar...og tíverri eisini í mun til aðrar málbólkar.
Vit mugu – ongantíð ov skjótt – veruliga taka støðu til føroyskan sosialpolitikk. Tað er so nógv vit kunnu gera!