VÍF hevur altíð verið millum fremstu liðini í føroyskum hondbólti, og síðstu 10 árini hava teir til tíðir vera einaráðandi. Síðsta árið hevur tó ikki gingist so væl. Hóast teir endaðu í báðum finalunum síðsta kappingarár, so endaðu báðar við tapi. Venjarin, Dia Midjord, og spælandi hjálparvenjarin, Ingi Olsen, siga, at vestmenningar fara at gera alt fyri, at teir aftur skulu gerast eitt sigursvant felag, men tað krevur, at spælararnir broyta hugburð. Teir skulu gerast sterkari í avgerðandi dystunum, samstundis sum teir mugu taka størri ábyrgd.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Liðið ikki nóg gott enn
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Vestmenningar hava í nógv ár átt fleri av bestu leikarunum í landinum, og hetta árið er einki undantak í so máta, staðfesta venjararnir eisini.
- Hópurin er breiður, og vit hava ov mikið av góðum leikarum. Men síðsta árið hevur víst, at leikararnir ikki eru nóg stinnir í avgerðandi dystunum, og tí meta vit, at liðið kann gerast nógv sterkari, enn tað er í løtuni.
Eftir hetta spurdu vit teir, um liðið kanska manglaði rutinu, tá Ingi ikki var við, ella um leikararnir kanska vóru mettaðir, men hetta helt Dia ikki vera orsøkina.
- Ingi hevur havt stóran týdning fyri VÍF í nógv ár, men vestmenningar hava so nógvar góðar leikarar, at teir eiga at fáa betri úrslit enn síðsta kappingarár. Teir skulu bara tora at taka ábyrgd.
Ingi Olsen legði afturat, at hann ikki trýr uppá, at ein leikari kann mettast, men at tað heldur hinvegin eru teir, ið hava vunnið mest, ið tola ringast at tapa.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hugburðurin skal broytast
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Dia heldur, at ein av høvuðstrupulleikunum hjá vestmenningum er hugburðurin.
- Hugburðurin hjá spælarunum má broytast. Teir skulu tora nógv betur at taka ábyrgd, og teir mugu harafturat venja nógv sjálvir. Ikki endiliga kropsliga, men serliga sálarliga, tí teir mugu gerast nógv betri í avgerðandi løtum.
Ingi Olsen er púra samdur við Dia.
- Okkara spælarar mugu læra seg ikki at geva upp. Tað er ein trupulleiki, sum vit mugu arbeiða meir við. Stórur partur av okkara venjing í ár fer at vera á tí sálarliga økinum. Fáa vit tað í ordan, so verða vit ikki til at steðga.
Teir ásanna tó, at tað er ein uppgáva hjá venjarunum, at fáa spælararnar betur fyri sálarliga. Men teir halda, at spælararnir eisini mugu gera ein innsats sjálvir. Teir eru heilt vísir í, at fara spælararnir at taka ábyrgd, so skal liðið nokk røkka langt, bæði í landskapping og steypakapping.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kappingin verður millum Kyndil, VÍF og StÍF
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
At enda spurdu vit teir um teirra vónir til komandi kappingarár. Teir hildu báðir, at sjálvt um VÍF-liðið manglar eitt sindur, so verða teir heilt víst millum oddaliðini, tá kappingarárið fer at halla. Dia Midjord væntar harða kapping millum vestmenningir, Kyndil og StÍF.
- Kyndil bleiv føroyameistari síðsta kappingarár, og teir hava eitt ótrúliga gott lið við nógvum góðum leikarum. Eisini StÍF tykist vera væl fyri, so har vænta vit eisini harða kapping. Hvat hinum liðunum viðvíkir, so vænti eg, at tey fáa tað ringt. KÍF hevur eitt spennandi lið, og teir kunnu yvirraska, men bæði Neistin og H71 byggja nýggj lið upp, og hetta fer at mynda teirra kappingarár nakað.
Her eru teir tó ikki heilt samdir, tí Ingi væntar sær harða kapping frá øllum liðunum.










