Hugbirtingar á lørifti

Kári Svensson og dóttirin Ásla Rannvá Svensson lata sunnudagin upp framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Tey fara at sýna fram verk undir heitinum Hugbirtingar

Hetta er aðru ferð, at Kári og Ásla Rannvá Svensson hava framsýning saman, og meðan fyrra framsýningin var í høvuðsstaðnum, leita tey sær nú til Fuglafjarðar við sínum verkum.
Framsýningin hjá teimum letur upp í Ribarhúsi sunnudagin kl. 15.00, og tá fara Eyðun á Lakjuni og dóttirin at spæla. Eini 30 verk verða við á framsýningini, sum hevur opið til 19. november.
? Verkini á framsýningini eru upplivingar, sum vit hava havt, og sum vit síðani hava roynt at fáa á lørift. Meðan verkini hjá dóttrini mest eru tankar, so havi eg serliga fingið íblástur út náttúrini, sigur Kári Svensson.
? Tað kann vera okkurt, tú sært, eitt partur av einum bergi, sum hugtekur teg, ella okkurt annað. Síðani ræður tað um at fáa tað úr høvdinum og niður á løriftið.

Heldur 50 ára dagin
Kári Svensson er ein av okkara kendastu listarmonnum. Hann sýnir nógv fram í útlondum, og hann livir av listini. Ásla Rannvá er 24 ára gomul, men hevur longu verið við á fleiri framsýningum ? eitt nú Várframsýningini og Ólavsøkuframsýningini. Hjá henni er listin ítrív.
Kári Svensson hevur júst havt framsýning í Danmark, og nú arbeiðir hann fram ímóti eini stóra framsýning í Føroyum síðst í januar.
? Eg verði 50 ár næsta ár, og í tí sambandi fari eg at hava eina framsýning á Listasavninum, har eg fari at hava bæði málningar og skulpturar við, sigur hann.
Hendan framsýningin fer á ferð, eftir at hon hevur hingið uppi í Føroyum. Í mars gongur leiðin til Randers Kunstmuseum, og ætlanin er at hava framsýningina aðrastaðni í Norðurlondum eisini.
Men fyrsti møguleikin at síggja verk hjá Kára Svensson, hesaferð saman við dóttrini, verður í Fuglafirði komandi tíðina.
Framsýningin er opin gerandisdagar frá 15.00 til 17.00 og leygardagar frá 11.00 til 13.00.