Áhugavert sjónarmið

Landsstýrismaðurin í kommunumálum, Jógvan við Keldu, heldur, at tað eru bæði fyrimunir og vansar við at velja borgarstjórar á beinleiðis vali.

-Tað er einki nýtt í ætlanini hjá Heðini Mortensen. Tað er eitt afturvendandi kjak um vit eiga at gera valið av borgarstjóra til eitt beinleiðis val. Eg haldi tankin er ógvuliga áhugaverdur, og eg eri ikki ósamdur við hansara sjónarmiðum.
Landsstýrismaðurin í kommunumálum, Jógvan við Keldu, vísir ikki hugskotinum hjá varaborgarstjóranum í Havn, Heðini Mortensen, at velja borgarstjórar beinleiðis í framtíðini frá sær.

Bæði og
Landsstýrismaðurin sær bæði fyrimunir og vansar við at velja borgarstjórar á beinleiðis vali.
-Eg eri ikki ósamdur í, at tað ofta er tilvildin, sum avgerð, hvør verður borgarstjórar. Kortini er tað ikki meir tilvildarligt, at ein borgarstjóri altíð má hava ein meirluta aftanfyri seg. Tað kann kortini tykjast løgið, at ein tann persónur, ið fær fægst atkvøður kann enda sum borgarstjóri bara tí ein politisk telving skal ganga upp. Eg seti tó eisini spurning við um eitt beinleiðis val hevði gjørt valið meir rættvíst enn við galdandi skipan, sigur Jógvan við Keldu
Landsstýrismaðurin sigur, at eftir ætlan verður vallógin umrødd í hesi setuni, og spurningurin um borgarstjórar skulu veljast beinleiðis í framtíðini verður eisini viðgjørdur.