»At tæna Gudi og Menniskjum« er slagorðið fyri aðalfundin hjá Bláa Krossi Føroya í ár, sum verður hildin vikuskifti 5.-6. apríl í Meinigheitshúsinum á Skála. Í sambandi við aðalfundin verður skipað fyri nógvum áhugaverdum og spennandi tiltøkum, bæði fyri ung og eldri og Blái Krossur leggur dent á, at øll tiltøkini eru almenn, so øll eru hjartaliga vælkomin, bæði blákrosslimir og ikki blákrosslimir.
Spennandi ungdómsmøti
Tiltøkini í sambandi við aðalfundin byrja leygarmorgunin kl. 11 við bíbliutíma, har Thomina Davidsen fer at tosa um evnið: At tæna Gudi, Tórhild Bjarkhamar fer at syngja. Eftir døgurða kl. 14 verður sjálvur aðalfundurin, har skráin verður samb. viðtøkum felagsins. Kl. 16 verður frágreiðing um verkætlanina »Børn í vanda« við Tórhild Bjarkhamar. Kl. 20 leygarkvøldið skipar BKU fyri ungdómsmøti v/ Hans Kristian Johannesen ungdómsráðgeva. Á skránni verður millum annað sangur við ungdómi úr Gøtu, frágreiðing um BKU o.a.
Sunnudagurin byrjar við altargangsgudstænastu í Skála kirkju við Sverra Steinhólmi, presti. Kl. 14.30 verður familjumøti v/ Jónu Thomsen barnaráðgeva og barnakórið av Strondum luttekur. Kl. 16.30 verður bíbliutími har Alfred Olsen fer at tala yvir evni: At tæna menniskjum. Tær 4 av Toftum luttaka við sangi.
Hugnalig samvera
Tiltøkini í sambandi við aðalfundin á Skála enda sunnukvøldið kl. 19 við hugnaligari samveru. Evni er: At tæna Gudi og menniskjum v/ Sverra Kass. Streingjakórið á Glyvrum syngur. Eisini verður stutt frágreiðing um arbeiðið hjá Bláa Krossi og landsnevndarformaðurin Sverri Steinhólm endar aðalfundin.
Mattíðir og barnaansing
Neyðugt er at tekna seg á Blákrosskrivstovuni tlf. 449343 um ein ynskir døgurða ella nátturða. Um fólk ynskja tað, er eisini møguleiki at fáa innivist hjá privatfólki. Meðan tiltøk eru fyri vaksin, verður skipað fyri barnaansing við ymiskum virksemi.