Áhugaverdur málfundur

Dagarnar 27. og 28. august verða umleið 50 norðurlendskir málfrøðingar savnaðir til fundar í Havn. Talan er um tann árliga norðurlendska málfundin, sum hesa ferð verður hildin í Føroyum. Tað eru tær norðurlendsku málnevndirnar, sum skiftast um at skipa fyri fundi. Á fundinum hittast umboð fyri málnevndirnar í Norðurlondum. Umboð eru úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Grønlandi og Sámalandi.

Í ár er tað Føroyska málnevndin, ið skipar fyri. Hetta er 51. árið, at hesin fundur verður hildin. Evnið fyri henda fundin er málnormering og málbroytingar. Tað er hugaligt, at slíkur fundur verður hildin her í Føroyum. Mál og málrøkt hevur, alt frá tí tjóðskaparørslan tók seg upp, verið ein týðandi táttur í føroyskari tjóðskaparligari menning. Í skúlum og á fróðskaparsetirnum verður gjørt eitt stórt og kanska mangan ótakksamt arbeiði fyri at menna føroyskt mál. Hetta arbeiðið eiga vit øll at viðurkenna.

Móðurmálið er ein so týðandi partur av okkara samleika sum tjóð, at einki eigur at verða spart til tess at styrkja og menna málførleikar hjá børnum og ungum og til tess at menna og styrkja móðurmálið. Tað er eisini neyðugt, at tær almennu Føroyar hava ein málpolitikk. Hetta hevur verið umrøtt á tingi, og er eisini samtykt. Hetta er gott. Men samstundis má ásannast, at vit føroyingar eru ómsamdir um, hvussu langt eigur at verða farið við málreinskan og orðasmíði. Vandi er fyri, at tað skrivaða málið og vísindamálið flyta seg ov langt frá talumálinum. Her ræður um at finna røttu javnvágina. Eisini er umráðandi, at vit hava eitt skrivað mál, sum øll kunnu læra. Her eru nógvir álvarsamir og áhugaverdir spurningar, og tað er neyðugt støðugt at hava eitt alment orðaskifti um øll hesi viðurskifti.Málfrøðingarnir hava í hesum høpi eina serstaka og stóra ábyrgd. Ein málráðstevna sum hendan, ið verður hildin seinni í vikuni, kann uttan iva stimbra áhugan fyri málpolitikki, málrøkt og málvísindum. Tað er tí sera gott og jaligt, at slík stevna verður hildin í Føroyum.