Føroyski bókaheimurin bleiv í gjár tvær bøkur ríkari. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav í gjár tvær nýggjar upprunabøkur út. Onnur er omanfyrinevnda stuttsøgusavnið hjá Marjun S. Kjelnæs, meðan hitt er barnabókin "um træskoytur og føðingardagsgávuna sum hvarv, ið Guðrun Gaard hevur skrivað, og Bárður Oskarsson hevur gjørt myndir til.
Fyrsta bókin hjá Marjun
"ein farri av kolvetni" er fyrsa bókin, sum Marjun S. Kjelnæs gevur út. Í bókini eru átta stuttsøgur og eitt ævintýr. Marjun S. Kjelnæs hevur áður vunnið fleiri virðislønir í sambandi við ymiskar stuttsøgukappingar, og eisini vann hon fyrstu virðisløn í kapping um besta útvarpsleik, sum Listastevna Føroya skrivaði út fyri tveimum árum síðani. Fyrr í ár fekk Marjun eisini gávu frá grunni Thorvalds av Steinum til tess, at hon skuldu hava umstøður at mennast sum rithøvundur.
Um nýggja stuttsøgusavnið sigur Marjun, at søgurnar fyri tað mesta snúgva seg um fólk, ið leita eftir onkrum, uttan at tey sjálvi eru vitandi um tað. Marjun sigur, at hon dagliga skrivar upplivingar niður, sum hon so savnar í einari mappu. Av og á setur hon seg so niður og koyrir allar hesar upplivingarnar í ein stóran pott, sum so endar við einari ella fleiri søgum. Søgurnar í nýggja savninum eru skrivaðar í einum tíðarskeiði upp á góð tvey ár, sigur Marjun.
Marjun S. Kjelnæs er sjúkrarrøktarfrøðingur av útbúgving, og hóast tað ljóðar spennandi, so heldur hon ikki, at tað ber til at liva av at skriva bøkur í Føroyum. Somuleiðis heldur hon, at tað gevur góðan íblástur til skrivingina at verða úti á arbeiðsmarknaðinum og millum fólk dagliga. Tó sigur Marjun, at nú hevur hon funnið út av, hvat tað vil siga at geva eina bók út, og tað hevur bara givið henni blóð upp á tánna.
Stór menning av barnabøkunum
Bókin hjá Guðrun Gaard, "um træskoytur og føðingardagsgávuna sum hvarv", er framhald av eini aðrari bók hjá Guðruni, "um svidnu pussifelluna og øvuta kúvingin", ið kom út síðsta ár. Guðrun Gaard gav sína fyrstu barnabók út í 1982, og hon heldur, at ein sera stór menning er fram innan føroyskar barnabókmentir seinnu árini.
Bókin hjá Guðruni Gaard er prýdd við nógvum vøkrum myndum, sum Bárður Oskarsson hevur teknað. Guðrun Gaard sigur, at í slíkum barnabókum, har myndirnar eru so stórur partur av søguni, er tað eins nógv teknarin sum rithøvundurin, ið fortelur søguna.
Í bókini lesa vit um tær báðar Annu Sofíu og Guðruna, ið ynskja sær ein sparkara. Á føðingardegnum hjá Annu Sofíu skunda tær sær við pápanum út í hjallin, har gávan er goymd, men tá ið tey koma út í hjallin, er gávan horvin.
Nýggja barnabókin hjá Guðrun Gaard er 32 blaðsíður í litum, og hon kostar 95 krónur, meðan stuttsøgusavnið hjá Marjun S. Kjelnæs er 156 síður og kostar 165 krónur í bókabúðunum kring landið.