Á midnátt fríggjakvøldið spæla føroysku útisetarnir »The Reverends« í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta er fyrstu ferð, at teir koma til Føroyar at spæla. Um fólk vilja dansa til country, ella bara sita og lurta eftir snillingunum á pallinum, so er hettar eitt forkunnugt tiltak undir øllum umstøðum.
Leygarkvøldið verða tað 200, ið koma at standa á pallinum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og tá vita vit ongantíð, hvat fer at henda.
At hita upp fyri seg hava teir Viktor Kingo. Um hann kann ikki sigast so nógv, tí hann er eitt loyndarmál í sær sjálvum, men tónleikurin hjá honum kann hoyrast á MySpace og Facebook.
Og at enda verður eitt DJ-Show við DJ Priest, ið altíð hevur fingurin á pulsinum.










