P/F Útferðir skipar sunnudagin fyri áhugaverdari útferð, har m.a. Norðlýsið fer at sigla kring nakrar oyggjar Sunnudagin kl.10 verður skipað fyri forvitnisliga útferð við P/F Útferðir. Norðlýsið, Enniway, Brandan og Heiða fara at sigla kring Koltur, Hest og Sandoynna. Møguleiki verður eisini at fara á land í oyggjunum. Bátarnir allir sigla millum oyggjarnar heilt fram til kl.20 á kvøldi, so møguleiki er eisini at sjálvur avgera, hvussu leingi ein verður á landi.
Norðlýsið og bátarnir allir fara av Gomlurætt kl.10, og kostnaðurin er 100kr. fyri hvønn.









