Ráðstevna
Fyrireikari av ráðstevnuni um skeljar og skeljadýr var Birgir Enni. Hjálparmaður hansara var í fyrsta lagi Árni Nicolajsen, ið starvast á Fiskirannsóknarstovuni.
Birgir hevur fingist nógv við skeljar og skeljadýr, og mangur ? bæði føroyingur og útlendingur ? hevur sitið væl til borðs, har hann hevur staðið fyri matgerðini og serveringini.
Hetta er triðju ferð, at skipað hevur verið fyri norðurlendskari ráðstevnu av hesum slagi. Fyrsta stevnan var í Strømstad í Svøríki og onnur í Bergen í Noregi í 2002. Á stevnuni í Bergen varð samtykt, at norðurlendska ráðstevnan um skeljar og skeljadýr í ár skuldi haldast í Føroyum.
Mullers Pakkhús
og Norðurlandahúsið
Skeljaráðstevnan varð sett í Mullers Pakkhúsi fríggjadagin, 21. november klokkan 17. Tað var leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, sum setti stevnuna. Síðan tosaðu Arne Nørrevang, fyrrverandi leiðari á Biofar, Jan Sørensen, núverandi leiðari á Biofar, Knud Simonsen og Hjalmar Hátún um eitt nú havbotn og havstreymar.
Tá ið kvøldið leið nakað, bjóðaðu fyrireikararnir fiskasuppu afturvið livandi violin-og guitartónleiki.
Jóan Pauli Joensen greiddi frá føroyskari matmentan, og síðan høvdu Bogi Hansen og Eilif Gaard orðið.
Leygarmorgunin helt ráðstevnan fram í Norðurlandahúsinum, og tá høvdu fleiri av útlendsku gestunum orðið. Tosað varð um marknaðarviðurskifti fyri skeljadjór og aling. Ein stórur partur av morgunstundini snúði seg um krabbavinnu í Føroyum, Svøríki og Noregi. Eisini varð nógv gjørt burtur úr aling av kræklingi og øðrum skeljafiski í norðurlondum.
Seinnapartin leygardagin høvdu útlendskir gestir eisini orðið, umframt at Sofus Poulsen tosaði um rækju-og skeljavirkið á Oyri, Marni Simonsen um útflutning av skelja-og krabbadýrum og Bigir Enni um skeljar.
Leygarkvøldið var skipað fyri veitsludøgurða við fiski og skeljadýrum í Mullers Pakkhúsi.
Sunnumorgunin varð aftur lagt til brots, og tá tosaði hetlendingur um aling av kræklingi og Thomas Arabo um norðurlendskt samstarv.
Væl av fólki nýttu høvi at fylgja áhugaverdu ráðstevnuni um skeljar og skeljadýr.