Áhugaverd oljuráðsstevna

Oddagrein:

Hóast mong vilja halda, at tíðin ikki júst er tann rætta til at halda ráðstevnu um ”føroysku oljuna”, so var áhugin fyri ráðstevnuni, sum varð hildin í Havn í farnu viku, stórur. Umleið 70 fólk høvdu leitað sær til høvuðsstaðin at lurta eftir mongu fyrilestrarhaldarum, sum komu úr Havn, Keypmannahavn, Esbjerg, London og Milano. Sera forvitnisligt var at hoyra Morten Hahn-Pedersen á sín dámliga og skilagóða hátt greiða frá tilgondini í donsku kolvetnisvinnuni frá byrjan til í dag. Hann setti serligt fokus á gongdina í Esbjerg og kom við góðum ráðum til føroyskar myndugleikar um, hvussu man eigur og ikki eigur at bera seg at. Her var eitt lyklaorðið førleikamenning – at dugnaliggera seg sjálvan til at kunna taka ímóti hesi vinnu og ikki minst sjálvur at vera við til at seta út í kortið og fylla karmarnar út. Men hetta megnar tú ikki einsamallur, og tí ræður um at finna teir røttu samstarvsfelagarnar, ið longu eru professionellir á økinum. Eingin ivi er um, at vit eiga at lurta eftir slíkum og læra av royndunum hjá oljuhøvuðsstøðunum í grannalondunum, Esbjerg, Aberdeen og Stavanger.

 

Eisini var tað sera áhugavert uppfylgjandi at hoyra Árna Olafsson, fyrrv. formann í oljuráðleggingarnevndum gera ein samandrátt av gongdini higartil og síðani seta spurningin, hvar vit standa í dag og hvønn veg ber tað. Hetta eru mál, sum Sosialurin og Rás2 fara at viðgera í næstu framtíð. Eisini stjórin á Jarðfeingi, Petur Joensen hevði áhugvert innlegg, har hann tók samanum og setti út í kortið. Hann helt tað vera rætt longu nú so spakuliga at seta hol á kjakið um tær avleiðingar, sum ein stór oljuvinna kann fáa á samfelagið. Enn eitt føroyskt innslag var við Martin Heinesen um landgrunnsverkætlanina, har hann sera hegnisliga greiddi frá gongdini í hesum fyri Føroyar stóra máli.

 

Tað vóru tó serstakliga fyrilestrarnir hjá einum breta og einum italiumanni, sum vaktu ans. Stjórin hjá DONG í Bretlandi kunnaði um tilgongdina í grannalagi okkara, har fleiri spennandi verkætlanir eru í gerð og við at fara av bakkastokki. Her nevndi hann stóru milliardaætlanina hjá Total at byggja út gassfelt og undirstøðukervi. Har er DONG, sum eisini er sera virkið í Føroyum, ein primus motor við at umsita flest loyvi. Eftir øllum at døma sær tað bjart út við eini gassframtíð á økinum millum Hetland og føroyska markið. Ein gongd, sum kann koma at gagna leiting og framleiðslu í Føroyum eisini. Hin fremmandamaðurin var italiumaður og tó eingin fremmandamaður sum so. Tí hann er maðurin, sum stendur á odda fyri komandi boringini á landgrunninum. ENI fer í næsta ár at bora tann sjeynda brunnin á landgrunninum og sambært leitistjóranum sær tað ikki so galið út. ENI hevur góðar vónir, hóast sannlíkið at gera eitt fund í mesta lagi verður mett at vera 21%. Jarðfrøðing á Anne Marie leiðini, har borað verður í mars ella apríl líkist nógv henni á Rosebankleiðini í bretskum øki, har staðfest er eitt stórt oljufund.

 

Vit fara at hoyra meira til hesa spennandi boring komandi árið.