Kvartettin í Betesda er kend fyri sín avbera vakra sang. Teir byrjaðu teirra virki í sekstiárunum og hava síðani verið aktivir og hava sungið seg inn í hjørtini á mongum gjøgnum hesi árini. Í 1975 góvu teir eina plátu og eitt band út, sum bivu sera væl móttikin. Teir sum syngja við Kvartettini í Betesda eru: Árni Jacobsen, Sámal Jóhannesen, Oddmar Marsten og Steinbjørn O. Jacobsen. Afturat sær hava teir nakrar góðar tónleikarar, so tað verður spennandi at hoyra hesar »gomlu« garparnar framføra teirra sangir við teirra sermerkta stíli.
Eyðun Jacobsen Band er ein nýggjari bólkur, sum tó hevur luttikið á nøkrum konsertum og møtum seinastu tíðina. Eyðun Jacobsen traðkaði sínar tónlistarligu barnaskógvar í Klaksvík og var m. a. við í Kvartettini í Betesda sum tónleikari í 70unum. Hann hevur verið sera aktivur innan tónleikalívið frá barnsbeini av og hevur verið við á fleiri útgávum, bæði í Føroyum og Danmark. Tónleikurin sum vit fara at hoyra Eyðun Jacobsen Band framføra er ein blandingur av gomlum og nýggjum sangum. Bólkurin hevur í seinastuni arbeitt nógv við gomlum sálmum og sangum og hava klætt teir í eina sera vakra og avbalanseraðan búna, sum er blivin sera væl móttikin.
Tey sum eru við í Eyðun Jacobsen Band eru: Eyðun Jacobsen, guittar og sang, Jan Nónklett, klaver, Terje Vestergaard, keyboard og kór, Niels Martin Olsen, ak. guittar og kór, Martin í Grund, el guittar og kór, Kaj Otto Frederiksberg, bass, Torben Bruun, saksofon, Birgit Nónklett sang + kór, Kristina N. Hansen, sang + kór og Heidi N. Jacobsen, sang + kór.
So her verður sangur og tónleikur til allar aldursbólkar, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Konsertin verður í Kelduni í Skálafirði leygarkvøldið 26. novembur kl. 20. Tað verður ókeypis atgongd, tó verður møguleiki at geva eina gávu til arb í Kelduni.