Havtaska veksur umeið 18 cm tað fyrsta árið. Síðani veksur hon í meðal 5 til 10 cm um árið, alt eftir hvussu stór hon er, tí lítil havtaska veksur skjótari enn stór havtaska.
Tá havtaskurnar eru fimm ára gamlar, byrja honirnar og hannarnir at veksa ymiskt. Tá eru tær um 60-65 cm langar og viga millum tvey og fýra kilo kruvdar. Honirnar gerast størri og liva longri enn hannarnir, og næstan allar havtaskur, sum eru størri enn 80 cm, eru honir.
Havstovan sigur, at hetta og ymiskt annað áhugavert stendur í greinini Age and growth of anglerfish (Lophius piscatorius) in Faroese waters, som er útgivin í Fisheries Research.
Á myndini er tvørskurður av tráðuni hjá einari 70 cm langari havtasku. Aldursringarnir eru merktir við hvítum prikkum. Hvíta linjan undir myndini er 0,5 mm long. Myndin er tikin í sjóneyku, sum er økt 40 ferðir (Mynd: Havstovan).