Kvinnuhondbóltur
Tað fara at vera nøkur ár síðani seinasta Kyndils-sigurin á Neistanum, tá tosað verður um kvinnuhondbólt. Meðan tær grønu hava havt sera ilt við at finna fótafestið, sum tær mistu um aldarskiftið, hevur Neistin hildið eitt hampuligt støði alla tíðina, tó at heldur ikki tær av álvara eru komnar á siðvandu tindarnar.
Í ár hevur tó verið talan um broyting hjá báðum pørtum. Hóast Stjørnan enn tykist vera sterkari, so hevur Neistin í ár tikið eitt stórt fet móti avgjørda oddinum, og tað er hesa kósina, sum tær royna at halda fast um, tá tær fara á vøllin sunnudagin.
Kyndil hevur hinvegin eisini havt eitt gott ár. Gaman í mundi tapið fyri VÍF seinast oyðileggja eitt sindur, men tað nertir ikki veruleikan, sum staðfestir, at tær grønu enn eru á triðja plássinum á stigatalvuni. Ikki minst takkað verið imponerandi sigrinum á Stjørnuni fyri trimum vikum síðani.
Tí er einki at ivast í, at bæði fara eftir sigrinum sunnudagin, og so kann talan væl gerast um eina grannauppgerð, sum er munandi meira intens, enn hon hevur verið seinastu fýra-fimm árini.
Avgreiðslur
Tríggir aðrir dystir verða eisini leiktir í kvinnudeildini hetta vikuskiftið.
Í Vági fær Stjørnan leygardagin vitjan av StÍF, áðrenn tær sunnudagin ferðast norður til Runavíkar. Í báðum førum tykist talan vera um avgreiðsluspurningar, men trýstið er nú heilt greitt á VB, eftir at tær einki fingu burtur úr dupultumfarinum fyri tveimum vikum síðani.
Seinasti dysturin verður í Klaksvík, har Stjørnan tekur móti Søljuni. Ein dystur, har heimaliðið uttan stórvegis trupulleikar skuldi kunna tikið sær av stigunum.










