Framsýning
Á framsýningini vóru bundin pløgg av ymiskum slagi úr Navia-tógvi, sum fyritøkan á Toftum, Navia, framleiðir í Noregi.
Tógvið er framleitt úr føroyskari, hetlendskari og avstralskari ull, og hetta er úr bestu ullini, sum seyðurin í hesum londum ber.
Hósdagin, tá ið framsýningin læt upp, kom eisini nýggja bindibókin, sum Navia og Bindibúðin í felag aftur hava givið út í ár.
Í bindibókini eru 24 útvald mynstur, sum einar 20 kvinnur hava teknað.
Ein metingarnevnd hevur valt mynstrini, sum eru við í bókini, úr eini kapping, sum skipað hevur verið fyri. Hon hevur eisini valt út vakrasta plaggið, sum er evnað úr hesum mynstrum, og vinnarin var kvinnan, sum hevði gjørt mynstrið til ein dópskjóla.
Sum virðisløn fekk hon ein kekk upp á 5.000 krónur.
Allar kvinnurnar, sum fingu mynstur síni við í bókina, hava eisini fingið ein vinning frá Navia.
Tað er Óli Kristian á Torkilsheyggi, sum eigur Navia á Toftum og Eyð Nolsøe, sum eigur Bindibúðina í Havn.
Skipað varð eisini fyri mótaframsýning á Torginum, og livandi tónleikur var til undirhalds.
Á Torginum hava fólk eisini havt høvið at bundið sonevndar Móður Teresu-puntar til barnateppir, sum verða send til Rumenia.
Haraftrat høvdu fólk høvi at kappast um at gitað longdina á einum noða, og her var vinningurin ein ferð til Danmarkar og aftur.