Silja er júst liðug við sítt fyrsta ár á The Glasgow School of Art. Nakað av tí, hon hevur abreitt við í farna ári, er at síggja á framsýningini. Tekningar, grafikkur (etsingar) analogt fotoprent og olja á pappír.
Ingilín hevur, við sínum 16 árum, ikki tær stóru royndirnar, men hon hevur longu í nógv ár fotograferað. Hon hevur gott eyga fyri myndevnum og fangar tey á sín serstaka hátt.
Gyðja er mamma tær báðar. Sjálv kallar hon seg ein glaðan amatør, og tað er jú í grundini ikki so galið. Gyðja hevur akrylmálningar við á framsýningini.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 27. juni kl. 15. Opið verður allar dagar kl. 14 – 19.