Tey flestu kenna ivaleyst best listamannin Pól Skarðenni frá hansara landslagsmyndum, og Pól ásannar eisini, at fría náttúran oftast hevur verið hansara málistova. Sínar nýggjastu málningar hevur hann tó verið noyddur at mála innandura, og úrslitið er bæði øðrvísi og forvitnisligt.
Tankatorn
Tá Pól Skarðenni herfyri varð spurdur, um hann vildi koma at sýna fram í Norðoya Kunningarstovu, var hann heldur trekur at siga ja. Orsøkin var, at hann nýliga var skurðviðgjørdur í vinstra armi, ið hann vanliga eisini málar við, men hugurin at royna allíkavæl, var ikki soleiðis at kveistra burtur.
- Eg visti, at eg ikki kundi mála myndirnar úti, tí tað krevur, at tú mást lyfta armin, og tað fái eg ikki beint nú. So eg valdi at taka hetta sum ein áhugaverda avbjóðing og mála inni í verkstovuni við høgru hond, sigur Pól, sum ikki dylur yvir, at hann helst ikki vil læsa seg fastan sum siðbundnan landslagsmálara.
Og nýggja avbjóðingin má sigast at hava havt eitt sera forvitnisligt úrslit. Serliga eru tað teir báðir abstraktu málningarnir Úr hugaheimi, sum vísa eina heldur øðrvísi síðu av listini hjá Pól Skarðenni. Myndirnar eru ímyndir av mátanum, okkara tankasett eru sett saman, sum eitt slag av tankatorni, har onkur brot tykjast rættiliga heilskapað, meðan onnur bert hómast sum pettir, tí okkurt annað kemur fyri.
- Eg havi leingi verið sera upptikin av, hvussu vit hvør í sínum lagi seta okkara tankasett saman, og hvussu vit allatíðina byggja víðari á tað. Okkurt hava vit lært í barndóminum, okkurt trúgva vit bara, okkurt vita vit ella halda okkum vita o.s.fr. Úrslitið er, at okkara tankasett verða so ymisk, at tað ofta verður sera torført at skilja hvønnannan sum alt kjakið um Muhammed tekningarnar beint nú jú er eitt gott dømi um, sigur Pól. Hann leggur afturat, at hesir málningarnir eisini kunnu síggjast sum ein ímynd av, hvussu vit nærum verða tveitt inn í heimin, har vit hvør í sínum lagi verða noydd at savna pettini, so vit kunnu gerast okkurt slag av heilskapaðum menniskjum.
Landslagshugløg
At arbeiða við abstraktum myndum kennist sum at fara at ferðast inn í myndina, heldur Pól, sum oftast brúkar langa tíð um hesar myndirnar, og illa dugir at siga, nær tær kunnu metast at vera lidnar
- Onkur hevur sagt, at munurin millum eina abstrakta mynd og eina siðbundna landslagsmynd, er, at tað ikki bert til at forklára eina abstrakta mynd, um tú ikki stendur hjá henni. Eisini tí tað allatíðina ber til at finna okkurt nýtt í henni hvørja ferð, tú sært hana, greiðir Pól frá.
Okkurt bendir á, at listamaðurin hevur tikið nakað av hesum við sær í nýggju landslagsmyndunum á framsýningini. At myndirnar hesuferð vórðu málaðar innandura, nýtti hann eisini sum høvi at ríva seg meir leysan frá myndevninum enn vanligt. Hóast hann hevur havt ávís landsløg í huganum, eru hesar myndirnar meir at kalla hugløg ella tulkingar, sum eitt nú fjørumyndirnar, har ein eitt sindur spøkilsiskendur dámur eyðkennir myndina.
- Øllum dámar ikki líka væl hesa broytingina í landslagsmyndunum, men tú kanst jú ikki verða øllum til vildar. Besta drívmegin at mála er jú, at eg sjálvur haldi tað vera stuttligt, sigur Pól Skarðenni.
Framsýningini hjá Pól Skarðenni í Norðoya Kunningarstovu er at síggja fram til 10. mars