Hugaligt at hava fjepparaskara í Týsklandi

- Vit vera sera, sera væl móttikin, sigur Guðrið Hansdóttir, sum spælir 11 konsertir í Týsklandi

Í løtuni er føroyska songkvinnan Guðrið Hansdóttir á konsertferð í Týsklandi. Hon hevur 11 konsertir ymsastaðni kring Týsklandi.

- Vit vera sera, sera væl móttikin her í Týsklandi, og onkrar av konsertunum hava verið útseldar, sigur Guðrið Hansdóttir.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna, sum Rás2 gjørdi við Guðrið mánadagin.