Hugaligt at flyta tingini rætta vegin

– Eg trívist við tankan um at kunna ávirka og gera mun, sigur Halla Nolsøe Poulsen

Tann 1. september tekur Halla Nolsøe Poulsen við sum stjóri fyri NORA, sum er stovnur undir norðurlendska ráðharraráðnum og stjórnarsamstarv millum Ísland, Grønland, Føroyar og landslutirnar í Strandanoregi.

 

Og tað er stjóri við nógvum og drúgvum royndum, sum skal stjórna samstarvinum.

 

Halla Nolsøe Poulsen er 45 ára gomul og útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Í sambandi við lesnaðin var hon í starvsvenjing á donsku sendistovuni í Washington. Hon hevur áður starvast sum ráðgevi og fulltrúi á Løgmansskrivstovuni í Tinganesi og sum ráðgevi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Hon hevur eisini verið ráðgevi á skrivarastovninum hjá Norðurlandaráðnum í átta og eitt hálvt ár. Seinastu trý árini hevur hon verið sendikvinna Føroya í Íslandi við heimstaði í Reykjavík.

 

– Eg trívist við tankan um at kunna ávirka og gera mun. Tað er hugaligt at kunna flyta tingini rætta vegin, grundað á samstarv og mína fakligu vitan og royndir, sigur Halla Nolsøe Poulsen við Sosialin um vikuskiftið.

 

Men hvussu ber tað til, at Halla Nolsøe Poulsen hevur gjørt av at royna nýggjar leiðir og søkja starvið sum stjóri fyri NORA?

 

– Tað er kanska ikki so løgið, tí NORA hevur altíð verið í tilvitskuni og partur av mínum arbeiði so ella so. Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri útnorði og fylgt væl við, hvat fer fram í økinum, sigur hon.

 

Longri samrøða við Hallu Nolsøe Poulsen kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.