Hugaligari hjá Nes kommunu

Eftir at mars mánaði var soltnari í skatti í ár enn í fjør, er tað hugaligt hjá Nes kommunu at staðfesta, at apríl mánaði í ár royndist betri enn í fjør.

- Tað er hugaligt nú at staðfesta, at apríl í ár royndist væl betri enn sami mánaði í fjør.

Tað sigur Nes kommuna, sum fegnast um, at skattainntøkan hjá kommununi - sambært uppgerð hjá Taks - í apríl í ár er 4,72 % hægri enn í apríl í fjør.

- Hetta svarar til eina meirinntøku á 125.140 krónur. Í ár var apríl-inntøkan 2.777.552 krónur, og í fjør var hon 2.652.412 krónur.

Samlaða skattainntøkan hjá Nes kommunu fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár er tó nakað lægri, enn hon var fyrstu fýra mánaðirnar í fjør.

- Higartil í ár er inntøkan 10.846.264 krónur, og um somu tíð í fjør var hon 11.087.229 krónur. Harvið er skattainntøkan í ár 240.965 krónur lægri, og hetta svarar til -2,17%, sigur Nes kommuna.