Hugagóðir sílafangarar

Fimm smádreingir høvdu ein góðveðursdag fyrr í vikuni fingið sær glúp og spann í hond. Teir høvdu í hyggju at royna at fanga nøkur síl ella ternumurtar í Ósánni. Teir sóust renna runt á tí nýfylta økinum við Sandin í Klaksvík beint eftir skúlatíð

Klaksvík: Í dag verður nógv tosað um, at børn ikki spæla nóg nógv úti. At tey bara sita inni og spæla telduspøl ella lata seg passivt undirhalda av sjónvarpinum. Um so er ella ikki, skal her verða ósagt, men ein dagin í vikuni, sóust fimm fittir smádreingir í aldrinum átta til tíggju ár renna við glúpi á økinum, sum er fylt út við Sandin.
Hesir dreingirnir, sum eita, Páll, Jákup Andrias, Jóhannis, Kristin og Sølvi vóru í ferð við at fanga síl. Teir vóru hugagóðir, og vónirnar um at fanga nógv, vóru góðar.
Teir høvdu tó ikki fangað nøkur síl, tá vit hittu teir, men Sølvi vísti tó errin, at ein ternumurtur lá í spannini.
? Her eru tveir ternumurtar, men tann eini er deyður. Hann funnu vit beint heryviri, greiðir Sølvi frá.
Hinir fýra renna runt allatíðina og hyggja væl og virðiliga niður í Ósánna, sum rennur út í sjógvin beint har, sum útfyllingin fer fram. Allatíðina eygleiða teir vatnið fyri at vita, um ikki ein ternumurtur ella eitt síl kemur svimjandi.
Jákup Andrias sigur, at tað er ordiliga gott at fanga síl har, nú síðani menninir eru farnir at fylla út.
? Eg sá tvey síl, haldi eg, at tað var, greiðir hann frá, meðan hann vísir við hondunum, hvussu stór síl, talan var um.

Jóhannis og Kristin hava hvør sín glúp, og teir standa og hyggja við munnan, har áin rennur út fyri at vita, um teir ikki bera eyga við onkur síl ella okkurt annað, sum teir kunnu fanga.
Ferð eftir ferð stinga teir glúpin niður í sjógvin, men har kemur onki í.
So rópa teir á hinar og siga, at teir fara yvir um at royna. Tað merkir, at teir heldur leggja sær leiðina yvir har, sum áin rennur beint við Norðoya Sparikassa.
? Har fara vit so at royna at fanga okkurt eina løtu, sigur Jákup Andrias í tí hann fer rennandi aftan á hinum dreingjunum, sum longu eru komnir hálva leið yvir um vegin.
Síl í Ósánna
Fyri nøkrum árum síðani fór ein verkætlan í gongd, sum fekk heitið Síl í Ósánna. Tað er ein áhugabólkur í Klaksvík, sum stendur aftan fyri hetta. Tað gongur, sum skilst, rætta vegin við hesari verkætlanini, og tað kunnu hesir fimm fittu smádreingirnir eisini vera eitt tekin um. Tí óivað høvdu teir heldur lagt sær leiðina út í Grøv, um onki síl ella nakað var at fanga í Ósánni. Og tað kann so bara vera hugaligt fyri bæði dreingir og áhugabólk frameftir.