Tað verður ikki Tórshavnar kommuna, sum fer at standa fyri byggingini av einari nýggjari ítróttarhøll í Kollafirði. Hetta varð sligið fast, tá fíggjarætlanin varð samtykt herfyri.
Heðin Mortensen, virkandi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, sigur, at verkætlan ikki longur er byggiprosjekt hjá kommununi, men verður at rokna sum ítróttarligur stuðul sum alt annað.
Ein partur av arbeiðinum er longu gjørt, t.e. gravað út og planerað, og arbeitt skal nú víðari við at byggja høllina.
Heðin Mortensen sigur, at kostnaðurin verður væntandi á leið 13 mió. kr. Arbeitt verður við sama modellið sum við Hoyvíkshøllini.
Eitt áhugafelag skal setast á stovn, og tað verður so hetta felagið, sum hevur til endamáls at fáa til vega fígging og standa fyri byggingini. Tórshavnar kommuna skal gjalda 30% av kostnaðinum, t.e. uml. 3,9 mió. Landið skal eftir ætlan eisini lata nakað tað sama í stuðuli.
Ítróttarhøllin skal byggjast í sambandi við skúlan, men hetta verður eitt fullkomiliga sjálvstøðugt byggiarbeiði. Miðjað verður ímóti, at kommunan einaferði í framtíðini yvirtekur raksturin av høllini, tá hetta eisini er partur av skúlanum.
Miðjað verður ímóti at seta áhugafelagið á stovn áðrenn nýggjár. Òvist er, nær kollfirðingar sleppa at renna inni í nýggju høllini.