Í fjør hevði Demokratia fund í Øravík. Hesin fundurin snúði seg um kvinnur í politikki, og var hann somikið áhugaverdur fyri fleiri av kvinnunum, at tær gjørdu av at hittast aftur.
Suðurrás sigur, at fyrsti fundurin var í Stóra Pakkhúsoð í Vági, har avgjørt var at seta felag á stovn fyri kvinnur í Suðuroy, og síðani hevur felagið fingið navnið Valkyrjurnar.
Navnið stavar frá norrønu gudalæruni. Valkyrjurnar eru kvinnuligar verur sendar av Óðini. Tær eru í vøkrum kjóla, við brynju og spjóti í hond og skulu føra einherjarnar trygt til Valhøll.
Valkyrjan býr í hjartanum á øllum kvinnum; hon er tankin og viljin. Av kendum valkyrjum kunnu nevnast; Gunn, Hildur og Brynhild.
Sambært Suðurrás er ætlanin, atValkyrjurnar skulu skipa fyri smáum og stórum tiltøkum í oynni, ætlað kvinnum.