Áhugabólkur um kynsligan ágang

Ein áhugabólkur við kvinnum av Eiði og í Sundalagnum fer at taka stig til at seta sjóneyguna á, hvussu kynsligur ágangur móti børnum og imillum børn kann fyribyrgjast.

Tær halda tað vera umráðandi at verja børnini og tey, ið eru um børnini í dagligdegnum allastaðni, har tey ferðast bæði í skúla/barnagarði og til frítíðarvirksemi.

Tær ætla at skipa fyri nøkrum átøkum fyri avarðandi bólkum í Sunda og Eiðis kommunum. Ætlanin við hesum átøkum er at varpa ljós á arbeiðið við børnum. Her hugsa tær um at sjónliggera trupulleikan við kynsligum ágangi.

Kvinnurnar ynskja at fáa samstarv við ungdómshús, ítróttarfeløg, skótar, leguhús og kristiligt virksemi, hetta fyri at vísa á trupulleikan. Ynski teirra er, at tað verða gjørdar greiðari reglur og átøk í samband við barna- og ungdóms arbeiði í øki teirra.

Fyrsta tiltakið verður ein upplýsandi fundur fyri øll avvarðand feløg við fyrilestri, har tosað verður um evnið.

Fundurin er almennur og verður 28 sept. kl 19.00 á Felagsskúlanum . Við á fundinum verða Barnaverndarstovan, Barnabati tosar um børn og Kris um seinárin. Høvið verður at seta spurningar og koma við hugskotum.