Venjarin hjá italska felagnum Inter, Jose Mourinho, sigur seg verða áhugaðan í tveimum spælarum, sum spæla í Onglandi í løtuni. Tað kemur ikki óvart á nakran, at Mourinho sera fegin vil hava fatur á álopsspælaranum Didier Drogba, men nú sigur Mourinho, at hann eisini kundi hugsa sær at sæð Tottanham-miðvallaran Jermaine Jenas spæla við Inter.










