Tottenham, Arsenal og Everton eru áhuga í at keypa eykamálmannin hjá Wolverhampton, sum spælir í næstbestu ensku fótbóltsdeildini. Evnaríki Wayne Hennessy, sum er 20 ára gamal, hevur mist plássið á liðnum, tí halda stóru feløgini í Premier League, at tey kunnu keypa hann. Men venjarin hjá Wolverhampton vil ikki selja eykamálmannin, sum hevur sáttmála við Wolverhampton til 2012.










