Hug at uppliva okkurt øðrvísi? Kom á bókakafé!

TíÐindaskriv frá Kunningarstovan í Havn

Mikukvøldið, tann 19. januar kl. 20.00, verður aftur bókakafé í Havn í Hafnia Lounge.
Jólastákanin er farin aftur um bak - vit skriva 2005 og leingjast eftir ljósari tíðum.
Hvat er betur enn ein góð bók at stytta sær stundir við? Hevur tú hug at uppliva okkurt øðrvísi, so kom við á bókakafé. Her ber til at hoyra um bøkur og at tosa við onnur um bøkur, vit lesa.
Hesaferð geva vit yrkingum og yrkingarsøvnum rásarúm.
Kom og hoyr:
Eir í Ólavstovu lesa egnar yrkingar.
Unn í Dali siga frá um sítt fyrsta yrkingarsavn, sum viðger næstrakærleika.
Maluna Marnersdóttir og Ingrið Sondum hugleiða um bøkur og um at lesa.
Hjalmar Jacobsens Bókahandil luttekur eisini hetta kvøldið
Vit hittast á Hafnia tann 19. januar kl. 20.00 og øll eru vælkomin.