Hug at grava seg niður aftaná stórtapið

(Frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá ÍF segði seg ikki kunna hyggja fólk í eyguni aftaná 0-4 heimatapið ímóti TB/FCS/Royn

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá ÍF, Jákup Mikkelsen aftaná Jákup hevði sæð sínar spælarar tapt 0-4 ímóti TB/FCS/Royn í Fuglafirði fyrr í dag.

 

Jákup Mikkelsen staðfestir, at ÍF-liðið knekkaði, tá TB/FCS/Royn kom á odda 1-0. Hann heldur, at ÍF spældi ein góðan fyrra hálvleik, men tá 1-0 málið kom tíðliga í seinna hálvleiki gekk galið, og avrikið bleiv so vánaligt, at tað var pínligt. Jákup Mikkelsen segði seg bara vilja sleppa av Fløtugerði skjótast møguligt, tí hann kundi ikki hyggja fólk í eyguni aftaná tað, sum hendi í Fuglafirði í dag.

 

Nú skal arbeiðast við at fáa spælararnar at trúgva uppá seg sjálvar fram til mikukvøldið 14. juni, tá ÍF spælir á útivølli ímóti 07 Vestur. Aftaná tann dystin kann ÍF styrkja seg, og tað er avgjørt meiningin hjá ÍF, at liðið skal verða betri bjálvað til seinnu hálvu av kappingini.