HUFF: Samlega við djór er misnýtsla

– Djóraverndarlógin sigur, at tað er bannað at misnýta djór, og at hava samlegu við einum hundi er at misnýta hundin

Hundaeigarafelag Føroya er greitt ímóti misnýtslu av djórum, eisini kynsligari misnýtslu.

 

Djóraverndarlógin sigur, at tað er bannað at misnýta djór, og at hava samlegu við einum hundi er at misnýta hundin.

 

Lesið eisini: Misbrúkti hund tvær ferðir

 

Tað sigur Fríða Matras Brekku, sum er nevndarskrivari í HUFF, Hundaeigarafelag Føroya, við Sosialin í kvøld. Hon heldur ikki, at trupulleikin er at djóraverndarlógin er ov veik ella ullint orðað.

 

– Er tað einans misnýtsla, tá talan er um at sparka, sláa ella royta djór? Er vanrøkt einans ikki at busta djórini, spyr Fríða Matras Brekku og vísir á, at hóast samlega við djórum ikki er nevnd í revsilógini, so eigur tað at vera umfatað av djóraverndarlógini.

 

Fríða Matras Brekku ivast ikki í, at samlega við eitt djór er misnýtsla. Hon hevur drúgvar royndir við aling av hundum og vísir á, at samlega ofta er sera pínufull fyri tíkina.

 

– Djór para seg, tey hava ikki sex, so sum vit menniskju hava. Tá djór vera parað er týdningarmikið, at tey eru av somu stødd, sigur Fríða Matras Brekku, sum vísir á, at ofta er neyðugt, at eigarin er hjástaddur, tá ein tí́k skal parast við einum hundi – fyri at troysta hana.

 

– At eitt menniskja skal hava samlegu við eina tík er uttan iva misnýtsla.

 

Maðurin varð dømdur fyri blygnaðarskemd og ikki misbrúk av hundinum ella ærini.

 

– Tað er gott, at maðurin var dømdur fyri blygnaðarskemd, men eg haldi eisini, at hann burdi blivið dømdur fyri misnýtslu.