Huawei við bíligari Windows-telefon

Huawei Ascend W1 er heitið á sjeyndu snildfonini við Windows-stýriskipanini. Umframt Huawei hava Nokia, Windows Phone, HTC og Samsung eisini telefonir við stýriskipanini.

Kinverski framleiðarin sigur, at Ascend W1 hevur eina standby-tíð upp á ikki minni enn 470 tímar, men hetta kunnu vit hvørki vátta ella avsanna í verandi løtu. Hartil verður sagt, at hendan telefonin verður at fáa fyri “rætta” prísin. So er bara eftir at fáa at vita, hvør rætti prísurin verður.

Telefonin verður at fáa í Danmark í fyrsta ársfjórðingini í ár, og sambært framleiðarunum verður tað við hesum tekniskum data:

• Stýriskipan: Windows Phone 8

• Vegt: 120g

• Mát: 124.5 mm x 63.7 mm x 10.15 mm (4.9 inches x 2.5 inches x 0.4 inches )

• Skermur: 4-inch IPS LCD 480 x 800 touch screen with OGS Technology

• Grafikkur: Adreno 305 400MHz GPU

• Geril: 1.2 GHz dual-core Qualcomm Snapdragon™ S4 MSM8230

• Battarí: 1950 mAh

• Talu- og standbytíð: 630 minuttir 3G talutíð; 470 tímar 3G standby tíð

• Myndatól: 5.0 MP AF við flash LED og 0.3 MP front-kamera

• Video: 720p

• Samband: WiFi 802.11b/g/n and Bluetooth 2.1 HS

• Net: UMTS 900/2100, 850/1900/AWS og GSM/EDGE 850/900/1800/1900 MHz

• HSPA+: DL 21 Mbps and UL 5.76 Mbps

• Minni: 512 MB RAM and 4GB ROM

• Goymsla: Micro-SD up to 32 GB

• Litir: Fæst í bláum, reyðum, svørtum og hvítum