Yvirskotið hjá kinesiska telerisanum vaks við 25 prosentum í 2018.
Tað hendir hóast ákærur frá millum annað USA um møguliga njósning.
Sambært tíðindastovuni AFP sigur Huawei í tíðindaskrivi, at tey savna seg um at »rista órógv uttanífrá av sær«.
USA hevur sett eina heimsumfatandi herferð í gongd til tess at sannføra síni smeindu í VEsturheiminum um, at tey eiga at halda kinesiska telerisanum burtur frá komandi 5G netinum.
Eitt nú hevur TDC í Danmark júst gjørt av at halda Huawei burtur frá at bjóða í sambandi við menningina av 5G netinum. Tað gjørdist í staðin svenska Ericson, sum skal standa fyri tí.
Huawei er í fleiri londum undir illgruna fyri at geva víðari upplýsingar til kinesiska statin. Í USA og í Stórabretlandi er UÅHuawei noktað at vera veitari til internetsambond.
Í Danmark hevur BaneDanmark avlýst ein sáttmála um netútgerð frá júst Huawei, og í januar var danski verjumálaráðharrin kallaður í samráð, tí fleiri at flokkunum í Fólkatinginum hildu, at Danmark átti at halda Huawei burtur frá 5G-verkætlanini.
Í samráðnum staðfesti verjumálaráðharrin, at kundi gerast bæði trupult og dýrt at áleggja TDC at finna ein annan samstarvsfelaga enn Huawei.
Men tað eydnaðist so fyri TDC.
Yvirskotið hjá telerisinum hækkaði við 8,8 milliardum dollarum ella 41,5 milliardum krónum.
Samstundis hækkaði umsetningurin hjá felagnum við 19,5 prosentum.
Nevndarformaðurin í Huawei, Guo Ping, endurtók í tíðindaskrivinum, at felagið ikki er nakar trygdarvandi.
– Vit eru vís í, at feløg, sum ynskja at samstarva við Huawei, fara at verða tey mest kappingarføru á 5G marknaðinum, sigur hann.
– Lond, sum velja at samstarva við okkum, far at fáa fyrimun í vøkstrinum í talgilda búskapinum í næstum, sigur Guo Ping.
Huawei hevur stevnt USA fyri at fáa beint burtur eina lóg, sum sigur, at ríkismyndugleikar ikki mugu kekypa Huawei-útgerð.
/ritzau/
@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }









