Norðurlendski stjórin í Huawei sigur seg ikki kenna til nakað serligt um fundin, sum var millum føroyska landsstýrið og kinesiska sendiharran í Keypmannahavn hin 11. november.
- Vit høvdu onga kunning um nakran fund, og vit vita heldur ikki, hvat er blivið sagt á hasum fundinum. Tað kunnu bara tey vita, sum vóru á fundinum. Tað einasta, vit vita um tað, er tað, sum er komið fram í miðlunum, sigur Kenneth Frederiksen.
Fundurin snúði seg sambært almennum upplýsingum um handilsviðurskifti millum Føroyar og Kina, men tað hevur tó verið loyniligt, hvat fundurin heilt ítøkiliga snúði seg um. Men hin 12. desember blivu vit øll eitt sindur klókari um hendan fundin. Tí tá avdúkaði danska avísin Berlingske innihaldið av umstríddu ljóðupptøkuni millum landsstýrismann Helga Abrahamsen og aðalstjóra Herálv Joensen, sum Kringvarpið hevði fingið fútabann at fortelja um. Í upptøkuni kemur fram, at kinesiski sendiharrin í Keypmannahavn hevur sagt, at um Føroya Tele skrivar undir avtalu við Huawei, so standa allar dyr opnar fyri fríhandilsavtalu við Kina, men um avtalan ikki verður til nakað, so verður heldur eingin fríhandilsavtala.
Hóast samrøðan avdúkar nakað, sum fleiri vildu tulkað sum eina hóttan frá kinesiska sendiharranum, so meinar Kenneth Frederiksen ikki, at talan er um nakra hóttan móti Føroyum.
- Eg haldi, at úttalilsini frá føroyska løgmanninum og kinesiska sendiharranum í Keypmannahavn hava verið týðilig og uppklárandi. Teir hava báðir sagt, at hvørki trýst ella hóttanir hava verið partur av fundinum. Talan var heldur um konstruktivar og góðar diplomatiskar samrøður. Tað eru bara miðlarnir, sum hava roynt at skapt eina mynd av, at hóttanir vóru partur av samrøðuni, sigur Kenneth Frederiksen.
Les longri samrøðu við norðurlendska stjóran í Huawei í Vikuskiftis Sosialinum ella á talgildu útgávuni HER. Her ber eisini til at lesa, hvussu Huawei valdi DR fram um okkara miðil við at útseta samrøðuna til sama dag, tá norðurlendski stjórin fór í danska sjónvarpið.










