Kinverki telerisin leggur nógv fyri til tess at sissa leiðararnar í ES og letur upp eina rannsóknarstovu fyri net-trygd í Brússel.
Huawei hevur latið upp eina rannsóknarstovu fyri nettrygd í belgiska høvuðsstaðnum, Brússel, hjartanum av Evropiska Samveldinum.
Soleiðis styrkir kinverski telerisin sítt lobbyvirksemi vent ímóti leiðarunum í ES. Tað hendir í kjalarvørrinum av ákærum úr USA um, at telerisin er ein nationalur trygdarváði.
Rannsóknarstovan, Chyper Seurity Transparancy Centre, lat upp í gjár. Har kunnu vinnukundar koma og granska keldukotur, sum liggja handan netverksútgerðina hjá Huawei. Kundarnir kunnu eisini royna útgerðina.
Rannsóknarstovan letur upp nett sum stríðið økist millum USA og Kina um trúvirðið av Huawei Technologies, heimsins størsta framleiðara av tøkni og nýggja háferðar 5G-netið.
USA hevur gingið á odda í lobbyvirkseminum fyri at fáa síni sameindu og feløg og ávarað tey um møguligu njósninga gjøgnum 5G-útgerðina.
/ritzau/AP